Bjørgvin hevði 1.900 pund í dag

Bjørgvin kom tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 1.924 pund, tað mesta var hýsa, 1.200 pund hýsa, 722 pund tosk og 2 pund havtaska.

Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author