Bjóða øllum føroyingum til landsdyst! 🇫🇴🇳🇴

Føroyska Kvinnulandsliðið skal týskvøldið 8. oktober spæla ímóti norska landsliðnum á Tórsvølli.

Okkara kvinnur hava brúk fyri tykkara stuðli í samband við dystin. Tí bjóðar Fótbóltssambandi saman við høvuðsstuðulunum hjá landsliðnum, Smyril Line og Betri, øllum føroyingum ókeypis til landsdyst á Tórsvølli.

MBM Raska bjóðar heitt luksus kakao í samband við dystin, og øll fáa eisini heitar vaflur afturvið.

Vit koma sjálvandi at hava andlitsmáling, klappiviftur og nakrar spennandi kappingar

Vit síggjast á Tórsvølli 8. oktober 2019.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.