Bjarni Hammer, vit í suðri hava einki fingið

Bjarni Hammer hevur júst verið á tingsins røðarapallið og hann legði ikki fingarnar ímillum, har hann segði at suðuroy einki hevur fingið frá hesari samgonguni og nú skuldi vend koma í.
Gott Bjarni Hammer ikki er valdur í Norðoyggjum. Her hava vit slett einki fingið, men her er tað øvugt, at virðir í 100tals milliónum klassanum, eru fluttar frá okkara økið og til stóra tóma holið í Tórshavn.
Her nakað tit hava fingið í suðri, sum Klaksvíkingurin Aksel V. Johannesen skrivaði til Henrik Old, tá ið hann fór frá:
Hvalbiartunnilin samtyktur og boðin út,
túratalið við Smyrli er økt,
ítróttarháskúlin er uppraðfestur og pengar eru játtaðir til bygning,
pengar eru settir av til eftirskúla á Tvøroyri, sum skal byrja næsta summar,
tveir serlæknar afturat eru settir við Suðuroyar Sjúkrahús,
FHS og búskaparbreyt eru boðin út í Hovi,
pedagogisk hjálparfólkaútbúgving byrjar í Hovi í januar,
samferðsluhavnin á Krambatanga er útbygd,
skjalasavn stovnað á Tvøroyri,
økispsykiatri er skipað í Suðuroy,
og, ikki minst, at alilógin er tillagað soleiðis, at stórar útbyggingar kunnu gerast í Suðuroy við teirri treyt, at laksurin eisini verður virkaður í Suðuroy.
Eg tori at siga, at Suðuroyggin ongantíð hevur fingið so høga raðfesting sum farnu trý árini.
Hetta er also tín løgmaður Bjarni Hammer og tú situr sjálvur bæði í samgonguni og í samgonguni á Tvøroyra Býráð.
Her norðuri hava vit ongan góðan í samgonguni.
SáH