Bjarni Hammer: Føroyingar í aðru røð og líktist hetta uppskotið framferðarhátturin í Iran

Hetta uppskotið minnir um prestastýrið í Iran. Har tey lokalu vera reyvsaði og tey sum koma inn til Føroyar kunnu gera akkurát hvat teimum lystir, á sama hátt sum hendur í Iran, Irak, Kuwait og Saudia Arabia í dag, har tey lokalu fáa 80 pískasløg, um tey drekka alkohol og vera deyðadømd, um tey hava drúkkið alkohol á fjórða sinni og tey sum koma uttanlanda frá og inn í hesi londini, kunnu gera akkurát tað teimum lystir.

Eisini helt Bjarni Hammer tað vera sera løgið, at útlendingar ikki vera testaði og potaði, nú tey koma í hópatali inn í landi nú mánadagin og so kunnu tey fara runt alt føroya land og smitta okkum føroyingar, men at løgmaður hevur stært seg blindan á skeinkistøðini og matstovurnar.

Annars var hann sannførdur um at hetta uppskotið verður feiða av borðinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author