Bjarni á Steig stjóri fyri nýggja Fólkaheilsustýrið

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Bjarna á Steig, yvirlækna, sum stjóra fyri Fólkaheilsustýrið.

Bjarni á Steig er 64 ára gamal, er útbúgvin lækni frá Københavns Universitet í 1991, serlækni í hæmatologi í 2003 og í intern medisin í 2004. Bjarni hevur eisini diplom frá serlæknaskeiði í palliativum medisini í 2013 umframt ymisk viðkomandi skeið.Bjarni hevur drúgvar leiðsluroyndir frá síni tíð sum leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum frá 2009 og fram til 2017. Eisini hevur Bjarni starvsroyndir sum virkandi landslækni í styttri tíðarskeið.

Um Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið, sum verður sett á stovn á nýggjárinum, er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.

Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: