BJARGIÐ BJARGINGARFELAGNUM, skriva tann 3. november 2016

Norðoya Bjargingarfelag (Føroya Bjargingarfelag) varð stovnað í 1957. Nógvir góðir mans tóku stig til ein stovnandi fund og settu nøkur mál á skrá. Eitt av málunum var at fáa pening til vega at keypa bjargingarbát fyri. Hetta mál varð endaliga rokkið í 2005, tá Ziska kom til Klaksvíkar frá enska RNLI. Onnur mál á skrá vóru m.a. at hjálpa bygdum í Føroyum at fáa bjargingarútgerð, at gera fólk varug við bjargingararbeiði og at veita hjálp, tá tørvur var á tí.
Norðoya Bjargingarfelag er enn virkið í dag. Felagið er rikið sum eitt áhugafelag, við árligum aðalfundi, har ein fimm-mannað nevnd verður vald. Nógv fólk eru virkin í felagnum, felagið hevur onga skuld longur av Ziska og mest umráðandi: øll arbeiðsmegi í felagnum er 100 % sjálvboðin.
Felagið húsast ymsastaðni í býnum. Bilarnir og ein skjóttgangandi bátur, saman við ymsari útgerð, eru á gomlu brandstøðini, har sjónleikarafelagið og hornorkestrið eisini halda til. Skrivstovan hjá felagnum er í gomlu havnaskrivstovuni, í sama bygningi sum parlamentið. Felagið eigur nógva útgerð til ymisk endamál og hetta fyllir nógv, so í løtuni hevur felagið eisini eina bingju. Øll hendan leysa útgerð á brandstøðini og í bingjuni, er til bjarging og stormskaðar. Alt hetta hava vit fingið til vega við góðum stuðlum, inntøkum frá arbeiðsuppgávum og við ótrúligari vælvild frá vinnuni í býnum. Vit merkja væl, at vinnan her í býnum, serliga sjóvinnan, er glað fyri, at vit eru til.
Hóast eitt bjargingarfelag helst bara skal hvíla og vera til reiðar, tá okkurt minni gott hendir, so liggur nógv arbeiði í einum slíkum felag. Vit hava rokningar at gjalda, arbeiðsuppgávur at gera, bátar og bilar at røkja, útgerð at viðlíkahalda o.s.v. Hetta krevur nógva tíð og er ikki altíð so líkatil. Alt kostar í dag og tað er ikki lætt at reka eitt so stórt felag uttan stóra, fasta inntøku. Tí eru vit sera takksom fyri allan tann stuðul, ið vit fáa, umframt at vit kunnu gera onkrar arbeiðsuppgávur, ið hjálpa væl til eisini.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini verið ein góður viðspælari. Kommunan hjálpti til fíggjarliga, tá Ziska kom og eigur eisini hølini, ið vit húsast í. Har gjalda vit fyri raksturin sjálvi, men húsaleigan er ikki so høg, sum hon kanska átti at verið.
Men – har er altíð eitt men – vit hava eitt stórt ynski um at fáa samlað alt okkara virksemi á einum stað. Tað hevði lætt munandi um hjá okkum, spart okkum nógva tíð, hevði givið betri umstøður til at húsa allari útgerðini, og hevði givið okkum betri møguleikar at viðlíkahalda útgerðina.
Hesar tankar hava vit luftað fyri kommununi, enntá skrivliga, har vit hava søkt um ein bygning her í býnum (ein ávísan bygning). Vit hava munnliga fingið svar, at vit sikkurt ikki kunnu brúka tann bygningin, tí har fyriliggja ætlanir. Skrivligt svar hava vit enn ikki fingið, so málið er helst ikki viðgjørt. Hetta ynskið er ikki nýtt, vit hava fleiri ferðir spurt okkum fyri um ymsar bygningar og grundøkir, men hava ongantíð fingið nakað ítøkiligt lyfti. Vit hava ikki sett ynski fram um fígging frá kommununi, men um ein bygning ella eitt grundøki.
Spurningin um, hvør skal fíggja hendan partin eru vit ikki komin til enn, , tí vit fáa ikki farið víðari, fyrr enn vit vita, hvat vit kunnu fara í holt við: nýbygging ella umbygging.
Nú tað stundar til kommunuval, vilja vit á hendan hátt gera vart við okkum, so verandi býráðslimir og valevnini sum heild kunnu síggja, at vit eru til, og síggja, hvat vit gera. Og hvussu vit húsast, um áhugi er fyri tí. Tit skulu vera vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit ynskja at vita meira um okkum, ella ynskja at síggja okkara tilhaldsstøð. Men latið tykkum væl í, okkara hølir eru køld hesa ársins tíð!
Vit sum mynda Norðoya Bjargingarfelag ynskja, at allir limir felagsins, ið veruliga leggja nógv fyri, tá á stendur, kunnu kenna seg tryggar við, at umstøðurnar rundan um felagið, eru í lagi. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fara út í illveðri at negla takplátur, fáa skip aftur til kai, eftir at hesi hava slitið, ella at fara út at leita eftir ella hjálpa fólki, ið eru komin illa fyri. Vit gera hetta sjálvboðið og av fullum huga. Men tað er ikki lætt at halda huginum uppi, tá umstøðurnar ikki longur eru nøktandi og ongi útlit eru til, at tað fer at broytast.
Vit ynskja inniliga at fáa tryggar og góðar karmar til arbeiðið hjá Bjargingarfelagnum, so vit framhaldandi kunnu gera okkara arbeiði, tá á stendur. Vit vóna, at tey, sum bjóða seg fram at arbeiða fyri Klaksvíkar Kommunu komandi valskeiðið, vilja gera sítt til at vit fáa neyðugu fysisku karmarnar sum allarskjótast.
Vit siga bara á News.fo og Norðoya Portalinum, so verður tað ikki gjørt.
Kelda: Norðoya Bjargingarfelag
SáH