Lokal tíðindi Tíðindi Vinna

Birgir Johannesen settur í starv

Klaksvíkar kommuna hevur í eina tíð leitað eftir starvsfólki at menna og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar á Vágni, Borðoyavík og í Árnafirði.

Talan er um eitt nýtt starv, har høvuðsuppgávan verður at røkja og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar, og sostatt tryggja, at bátabrúgvarnar verða brúktar á ein virðiligan og skilagóðan hátt.

Birgir hevur royndir sum handverkarari, og hevur m.a. gjørt ymiskt arbeiði í samband við, at nýggju bátabrúgvarnar á Vágni vórðu tiknar í brúk.

Umframt dagligt viðlíkahald av bátabrúgvunum í kommununi, so skal Birgir eisini vera við til at menna nýggj tilboð, sum kunnu vera við til at fremja trivna fyri smábátaeigarar og vitjandi.

Birgir tók við starvinum 1. desember 2019.

Klaksvíkar kommuna ynskir Birgir hjartaliga til lukku við starvinum.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Lýsing VARP

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.