Bíleggingarskipan til Rannsóknarstovuna og Røntguna

r
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ment eina bíleggingarskipan, soleiðis at fólk, ið skulu taka blóðroynd ella til røntgenkanning, eftir ávísing frá lækna, kunnu bíleggja sær tíð umvegis heimasíðuna hjá sjúkrahúsinum, www.ks.fo.
Tað fer framvegis at bera til at sleppa framat, uttan at bíleggja sær tíð umvegis heimasíðuna.
Henda nýmenta bíleggingarskipan er nú eisini ein møguleiki og kann vera ein góð hjálp hjá teimum, ið t.d. ikki kunnu fara frá arbeiði nær sum helst, ella um tey koma langvegis.
Um tíð skal bíleggjast til rannsóknarstovuna og røntgen, so skal tað gerast í seinasta lagi á midnátt kvøldið fyri.
Enn er hetta ein royndarkoyring, so onkrir smávegis trupulleikar kunnu sjálvandi stinga seg upp, men vit vóna at hetta fer at vera til gagns fyri borgaran.
Í løtuni ber ikki til at bíleggja tíð umvegis Microsoft Edge browsaran.
Niðanfyri eru skermmyndir av skipanini, við vegleiðing um, hvussu tíð verður bíløgd.
Far inn á www.ks.fo, vel so ”Blóðroynd” ella ”Røntgan” til høgru á síðuni.
Klaksvíkar Sjúkrahús
SáH
