Biden aftur testaður positivur fyri Korona

Hetta kemur bara nakrar dagar eftir at hann var testaður positivur fyri Korona tann 21. juli.

Læknin í Hvíta húsinum Kevin O’Connor kallar hetta eitt “rebound”, summi sum hava tikið heilivágin Paxlovid, sum er eitt antistoff og sum verður brúkt sum heilivágur fyri at koma fyri seg eftir Korona, kunnu blíva testaði positiv aftur og tað bleiv Biden hesaferð.

Biden bleiv ikki álvarsliga sjúkur COVID-19 og hevur ongin sjúkratekin nú, men má vera í sóttarhaldi inntil hann verður testaður negativur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: