Betri sjúklingatrygd við heilsufakligum eftirliti

Framyvir verður heilsufakligt eftirlit við skrásettum viðgerðarstøðum og -stovnum í Føroyum

Kunngerð fyri Føroyar um skráseting av, fráboðan um og eftirlit við almennum og privatum viðgerðarstøðum v.m. verður lýst í dag. Kunngerðin kemur í gildi fríggjadagin 1. juli 2022.

Talan er um eina danska kunngerð eisini kallað “tilsynsbekendtgørelsen”, sum er tillagað føroysk viðurskifti, og verður sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan.

Sambært kunngerðini skal Landslæknin halda eina skrá, har viðgerðarstøð skulu lata seg skráseta. Viðgerðarstøðini, sum eru fevnd av kunngerðini, eru privat, kommunal og landsviðgerðarstøð, har heilsustarvsfólk við løggilding starvast við sjúkustaðfesting, sjúkuviðgerð, føðihjálp, endurvenjing, heilsufakligari røkt umframt fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastum til einstakar sjúklingar.

Landslæknin kann, sambært kunngerðini, gera heilsufakligt eftirlit við viðgerðarstøðum og -stovnum. Á eftirlitisvitjanum kannar Landslæknin um heilsufakliga virksemið á viðkomandi stovni eru í lagi, t.d. viðvíkjandi heilivágshandfaring, skjalføring og mannagongdum. Við grundarlagi í einari ítøkiligari meting verða viðgerðarstøð og – stovnar útvald til eftirlit, har talan bæði er um eina váðameting av sjúklingatrygdini og tilvildarligum stakroyndum, sum verða gjørdar um landið.

Landslæknin arbeiðir í løtuni við at fyrireika seg til at fara á eftirlitisvitjan á føroyskum stovnum. Arbeitt verður við at gera eina skrá, har føroysk viðgerðarstøð og -stovnar skulu skráseta seg. Eisini verður ein ætlan gjørd um, hvørji viðgerðarstøð og -stovnar Landslæknin fyrst fer á eftirlitsvitjan hjá.

Viðgerðarstøð og -stovnar skulu rinda fyri eftirlit hjá Landslæknanum. Gjøldini eru ásett í kunngerðini.

Nærri kunning fæst við at lesa kunngerðina her, ella við at venda sær til Landslæknan á heimasíðuni: https://landslaeknin.stps.dk/fo/, á teldupost: foe@stps.dk ella á telefon 660400.

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: