Besti dagur hjá Líðhamar í ár, heilið 19.000 pund

Líðhamar sum kom aftur nakað fyri klokkan 15:00 hevur havt ein ordiligan roktúr norðan fyri í nátt. teir høvdu heilið 19.000 pund og tað er besti dagur hjá teimum í ár.
Tað var gott lag á monnum, tá ið News.fo og Norðoya Portalurin tóku ímóti. Bragd kom inn eitt sindur fyrr og høvdu teir 9.000 pund og Stakkavík hevðir 7.500 pund. Ein veldigur dagur hjá okkara útróðrarmonnum.
Líðhamar settið 48 stampar og tríggir mans vóru við hendan roktúrin.
Allir landaðu til NFCS og var tað Sjúrður Josephsen, sum stóð við kránan.
Her filmsklipp og myndir.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: