Klaksvíkar Róðrarfelag er sera høgt flúgvandi í løtuni. Eftir at hava vunnið 5 sigrar á Norðoaystevnu, so gjørdi KRF ikki mætari enn at vinna 6 sigrar á Sundalagsstevnuni í Hósvík.

Tað er met, KRF hevur ongantíð fyrr vunnið so nógvar róðrar í somu stevnu.

Stórt móttøku var í Klaksvík, fyrst bleiv koyrt rekkjukoyring runt allan býin og so bjóðaði KRF øllum inn í snotuligu húsini á Biskupstø til heita suppu og annað gott.

Stórt tillukku og her filmsklipp og nakrar myndir, tá ið bátarnir komu aftur til Klaksvík og móttøkuni á Biskupstø.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author