LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Best onki at vita

Ábyrgdarloysið er fulkomið. Løgmaður hevur aftur nú staðfest, at um tú onki veit, hevur tú ikki ábyrgdina av nøkrum.

Læran hjá løgmanni er, at tú sum løgmaður, landsstýrisfólk ella aðalstjóri bara skal syrgja fyri ikki at vita nakað sum helst, so er tú ikki sekur í nøkrum. Um tað so er óheimilaða meirnýtslan á Glasir fyri 62 milliónir pluss tað leysað, tils. 90 milliónir, ella meirkostnaðurin av H-bygninginum á Landsjúkrahúsinum á 80 milliónir, so er bara at yppa øksl, síggja ósek/-ur út og siga seg ikki vita, hvat hevur gingið fyri seg, so er alt í lagi.

Vit hava ein landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum ikki visti, hvat gekk fyri seg, hóast hann bæði var ávaraður og hevði fingið kunning við telduposti. Hann hevði ikki givið sær far um kunningina og teldupostarnar, tí var hann ósekur.

Landsstýrisfólkini í mentamálum, samferðslumálum og heilsu- og innlendismálum saman við aðalstjórunum, hava heldur onga skuld, tí tey vistu onki. Tey hava ikki hoyrt allar ávaringarnar, sum hava verið alment frammi og heldur ikki lisið frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum fra januar 2017.

Øll, sum hava verið í nánd av Glasir hava vita, hvussu skilið var, men landsstýrisfólk og aðalstjórar hava onki hoyrt og onki sæð. Ongin reyð lampa hevur lýst og ongin ávaringarklokka ringt. Tey hava heldur ikki givið sær far um støðuna, tá undirritaði, bæði í Fíggjarnevndini og á Løgtingi, hevur spurt um og lýst støðuna á Glasir.

Alt er broytt síðan Aksel V Johannesen er blivin løgmaður. Nú ber alt til. Tað er onki sum eitur, at ein átti at vita. Nú er ikki neyðugt at fylgja við ella lurta eftir ávaringum. Løgmaður, landsstýrisfólk og aðalstjórar skulu ikki blanda seg uppí og spyrja eftir, hvat gongur fyri seg og mugu fyri alt í verðini ikki kanna eftir, um tað tey fáa at vita, er rætt ella skeivt.

Frágreiðingin frá Landsgrannskoðaranum um Glasir verður tagd burtur. Har var tað serliga Samferðslumálaráðið, sum stóð fyri skotum. Manglandi eftirlit hevði ført til óheimilaða meirnýtslu. Sama er ivaleyst galdandi viðvíkjandi H-bygninginum.

Føroya fólk, skattgjaldarin, er taparin. Bara Glasir og H-bygningurin hava meirkostnað á 170 – hundraðogsjeyti – milliónir. Hvørki landsstýrisfólk ella aðalstjórar hava ábyrdina, tí tey vistu ikki, hvat gekk fyri seg.

Meðan løgmaður fær advokat at staðfesta, at aðalstjórarnir onga skuld hava, tí teir vistu ikki, hvat gekk fyri seg, hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, melda onkran á Landsverk til løgregluna í staðin fyri sjálvur taka ábyrgdina av óskilinum. Heðin Mortensen, sum eitt skifti sjálvur var stjóri á Landsverk, hevur í fleiri førum billa Løgtinginum inn, at alt var í fínasta ordan.

Veruleikin er, at bæði løgmaður, landsstýrisfólk og aðalstjórar áttu at vita, hvat gekk fyri seg bæði viðvíkjandi Glasir og H-bygninginum. Líkasælan frá landsins leiðslu, mynda av Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, hevur ført við sær, at ørandi milliónaupphæddir eru farnar fyri skeyti.

Tey, sum skuldu reisa álitið aftur á politisku skipanina, hava svikið so dyggiliga. Vit hava verið vitnir til størstu byggigølur í Føroya Søgu, og ongin tekur ábyrgd. Tað er lætt at brúka, fyri ikki at siga misbrúka, pengarnar hjá øðrum.

Skattaborgarin rindar gildið.

Jacob Vestergaard

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.