Bert ein handil opin í Norðoyggjum í gjár og hvussu nógv fólk munnu blivu smittaði?

Skrivaði eina grein ígjár, har yvirskiftin var “Corona smittan ovurhonds stór í Norðoyggjum, hvat hendur?” Fleiri túsund fólk klikkaðu seg inn á greinina og har vóru meira enn 100 viðmerkingar á Facebook, har fólk søgdu sína meiningar, um hvat vit skulu gera við fyri at fáa ovurhonds stóra talið av smittaðum í Norðoyggjum niður.

Ígjár var bert ein handil opin í Norðoyggjum og har fóru sjálvandi skít fult av fólki at keypa og tað kann vera ein orsøk til at so nógv eru smittaði her norðuri? Hetta má broytast umgangandi, so at allir matvøruhandlar hava opið somu dagar, hetta minkar eisini munandi um smittuvandan.

Nøkur fólk hava skriva sína misnøgd á Facebokk, her nakrar viðmerkingar:
NÓGV fólk inni í handlinum 🤷🏼‍♀️ nakað at siga til at tølini eru høg í klax 🙈🤷🏼‍♀️

ja, færri handlar opnir tættari millum fólkini, soleiðis er tad bara 😷

og ongin mjólk at fáa 😭

Og forholdsvís høgt smittutal har norðuri 😢😢 Eg tori slett ikki at nærkast. Keyp tær turrmjólk og osv. osv….

Í Danmark hava tey avgjørt, nú vit nærkast páskir, at broyta opningstíðirnar og hava tey broytt lógina og givið øllum matvøruhandlum loyvið at hava opið tveir dagar eyka á páskum, so ikki ov nógv fólk vera samlaði í teimum minni handlunum og á tann hátt minka um smittuvandan.

Hetta átti vit eisini gjørt í Føroyum og sera týdningarmikið at allir matvøruhandlar hava opið somu dagar.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author