Bent gevst sum stóri hjá Bygma Balslev 1. januar 2019

Á nýggjárinum endar eitt sera drúgt tíðarskeið, nevniliga tíðin sum Bent hevur arbeitt hjá Balslev. Heili 48 ár varð tað til, men tað hugsaði tann 18 ára gamli Bent neyvan, tá hann tann 1. Juli 1970 fór í læru hjá Balslev.

Teir hildu tá til á Eystarubryggju í Havn, og har var nógv ferðsla. Bent plagar at siga, at tey, sum arbeiddu á kajuni, frættu altíð nýggjheitirnar av bygd og úr útlandinum fyrst. Hetta komst av at fleiri av skipunum hjá Strandferðsluni løgdu at beint undir vindeygunum hjá Balslev, og eisini tiltikna Tjaldrið hevði atløgupláss har.

Í 1979 flutti Balslev niðan í nýggjan bygning í Hoyvík, og av nógvum var hetta hildið at vera óðamannaverk, at staðseta ein handil úti í haganum ! Okkurt var kanska um hetta, tí Bent fortelur at fyrstu tíðina var vanligt at harur runnu um beinini á teimum.

Sum tíðin leið, vísti tað seg tó, at hetta var ein sera skilagóð avgerð, tí fyrst Uttanbíggja Kommuna útstykkjaði tað, ið fekk navnið Snobbhill, og eftir samanleggingina við Tórshavnar Kommunu, var rættulig gongd sett á útstykkingina á Ternuryggi, Flat og meginpartin av Hoyvíkshaganum.

Hetta passaði sum fótur í hosu til ein timburhandil, og nógvir av húsabyggjarunum, keyptu tilfarið frá Balslev.

Seinni kom so Kaldbakstunnilin, og kom Balslev at liggja sera væl fyri, eisini tí at teir tá høvdu latið Føroya fyrstu byggibúð upp.

Bent hevur verið við til alt hetta, og eigur hann eisini sín stóra lut í framgongdini hjá Balslev. Hann varð settur stjóri í 1993, og í ár kann hann umframt 48 ára starvsdag, eisini hátíðarhalda 25 ára starvsdag sum stjóri.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.