Beinta heldur fram sum leiðari í húsinum

Klaksvíkar kommunan hevur sett Beintu Á. Gregersen í starv sum leiðari fyri Húsið.

Beinta hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari í Húsinum. Hetta var í einum tíðaravmarkaðum starvi, sum var lýst leyst í apríl.

Beinta byrjar í starvinum beinanvegin, og verður hervið ynskt henni hjartaliga tillukku og bestu eydnu í starvinum.

Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum leiðari í Húsinum.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author