Beinta góðan túr 2.900 pund

Beinta var fyrstir bátur aftur av útróðrið í morgun, hon kom aftur klokkan 04:18 í morgun, sjá mynd niðanfyri og hon hevði ein góðan túr næstan 3.000 pund.

Við Beintu plagar at vera ein maður og hann plagar ikki at seta so nógvar stampar sum hinir útróðrarbátarnir. Beinta hevur roynt eystanfyri Føroyar í nátt.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði Beinta 2.870 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 1.720 pund toskur, 1.100 pund hýsa og 50 pund rogn, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun.

SáH

BEINTA – ( KG 105 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 06-03-2020 06-03-2020 1.435
Beinta, mynd tikin tann 06.03.2020 klokkan 04:18

Please follow and like us: