Beinir Johannesen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

Ein samd floksleiðsla hevur í kvøld valt Beinir Johannesen til nýggjan formann í Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen er 25 ára gamal búsitandi í Klaksvík. Beinir bleiv fyrsta ferð valdur inn á Løgting í 2019 við 998 atkvøðum sum vóru flestar atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Beinir hevur seinastu tíðina verið formaður í tingbólki Fólkafloksins.

– Nú snýr tað seg um at halda saman sum flokkur, har vit hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta frameftir, sigur Beinir í stuttari viðmerking.

– Nú fara vit heilhjarta út í valstíið við stevnuskrá floksins sum grundsúlu, leggur hann afturat.

Av øðrum týðandi málum hevur floksleiðslan samtykt, at tingfólk atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

Harumframt gjørdi floksleiðslan av, at ‘sokallaða’ málið um Anniku er lagt afturum, og at hon er vælkomin at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, eins og allir aðrir limir floksins.

Fólkaflokkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: