Barnafamiljan í fokus – ítøkiligar ætlanir

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Her skulu ítøkiligar ætlanir til. Vit í Fólkaflokkinum hava
víst, at vit vilja tað í verki, tí vit hava lagt tey neyðugu lógaruppskotini fram. Um tú gevur mær títt álit, so fari eg at arbeiða fyri at leggja hesi uppskot fram:

• Hækka barnafrádráttin
• Hækka hámarkið fyri barsilsútgjald
• Familjan skal sjálv avgera hvussu stovnpláss og barsilstíðin verður brúkt
• Broyta skattastigan, soleiðis at meira liggur eftir

Hetta eru ítøkiligar ætlanir, sum betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum.

Far tí á val og set X við Una Rasmussen.

Gott val!

Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólaflokkinum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: