Í løtuni spælir Bárður á Steig Nielsen sera høgt spæl og tað kann væl henda, at ongin borgarlig samgonga verður. Sum frættist, so vil Bárður á Steig Nielsen hava í posa og sekk, hann vil vera Løgmaður og vil hava tvey av teimum stóru málsøkinum eisini og tað er alt ov langt úti.

Vanligt er, at tann sum ikki fær Løgmann, fær Fíggjarmál og Fiskimál og sjálvandi vigar tað tungt, at Fólkaflokkurin bleiv størsti flokkur og fekk 8 tingfólk, ímeðan Sambandsflokkurin bert 7 tingfólk, tí er tað eftirfarandi  sum ein hevur fingið upplýst, so spælir Bárður sera høgt spæl og so verður tað hansara ábyrgd, at ongin borgarlig samgonga verður.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author