Bárður á Steig Nielsen løgmaður og Fólkaflokkurin fær fíggjarmál og fiskimál

Tað var við spenningi at eg settið meg í bilin, at koyra frá Djúrslandi og til Aarhus í dag klokkan 12:45

Áðrenn eg fór frá húsum var Bárður á Steig Nielsen í samráðingum við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn og  Borgarliga samgongan var dottin fyri bakkað, men Norðlýsið kom við Brátíðindum og segði at Borgarliga samgongan var komin í hús og so møsnaði KVF um, at so var ikki og hvørjum skuldi ein trúgva, men komin hálva leið til Aarhus, so komu endiliga tey góðu boð, borgarliga samgongan var komin í hús og tað játtaði ein troyttur Bárður á Steig Nielsen fyri Kringvarp Føroya. Væl var telja hjá honum, hann blívur eisini næsti løgmaður í Føroyum.

Seinni er so komi frá at býtið er hetta.

Sambandsflokkurin
Løgmann
Vinnumál
Heilsumál

Fólkaflokkurin
Fiskivinnumál
Fíggjarmál
Almannamál

Miðflokkurin
Menta- og uttanríkismál

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir øllum stórt tillukku.

Her stroymingin hjá Kringvarp Føroya, klikk her: “Borgarliga samgongan er endliga komin uppá pláss”.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.