Bárður á Lakjuni stillar upp til løgtingsvalið

Eg eri 44 ára gamal. Sleit mínar barna- og ungdómsskógvar í Fuglafirði í góðum og tryggum heimi á Bjarnavegi 10. Flutti síðani til Leirvíkar, tá kærleiksbond vórðu knýtt, og eg giftist Mirjam Toftanes. Vit hava fingið 4 børn – 2 gentur og 2 dreingir. Nú er tað gáttin á Sýnini 12, sum verður slitin.

Hóast búsitandi í Leirvík, so slíti eg framvegis nógvar skógvar í Fuglafirði, tí dagliga starv mítt er í Fuglafjarðar skúla. Eg eri lærari. Eitt sera spennandi og gevandi starv, sum eg trívist væl í. Óteljandi bond eru knýtt millum ár og dag. Tað er stórt at hugsa, at tú sum lærari ert við til at menna og mynda komandi ættarlið – ein stór ábyrgd, men samstundis ein ómetalig gleði!

Eg havi ikki bara slitið vanligar inni- og útiskógvar, men sanniliga eisini nógvar gaggur! Fløtugerði og fótbóltur var tað, verðin snúði seg um øll barna- og ungdómsárini. Eitt super spælipláss, sum mong við mær hava havt gleði av. Fótbóltsleiðin beyð mær eisini at vera ein av teimum heilt fáu og ráru, sum hava umboðað besta liðið hjá bæði ÍF, KÍ, GÍ og LÍF – kanska tann einasti!? So er tað tað, um ein kann sigast at hava verið pionerur ella vingliskøltur – vónandi tað fyrra. At so knøini eru uppslitin av tí sama, ja, tað er nú harmiligt, men mong lissu- og vinarbond eru knýtt.

Eitt er at slíta skógvar, gaggur og knø, og annað er at slíta streingir. Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av lívinum. Heim, skúli, musikkskúli, kórsangur, sálmasangur og so mangt, mangt annað hevur verið við til at myndað meg á tónleikaliga økinum, og tað eri eg óendaliga glaður fyri. So nógv í okkara siðaarvi er knýtt at sangi, tónleiki og skaldskapi, og tað er alneyðugt, at vit verja henda skatt, so vit ikki missa okkum sjálvi burtur. Her mugu bond áhaldandi knýtast og ikki slítast!

Trúgv og trúarlív er rótfestið í mínum lívi. Havi verið um gáttina í mongum samkomum og kirkjum kring landið og sungið og spælt, men gáttin í Siloa í Fuglafirði og gáttin í Hebron í Leirvík eru tær, sum hava borið mesta slitið frá mær. Og eg eri so innarliga takksamur mótvegis teimum, sum trúliga hava borið mær góða boðskapin, sum sigur, at tá bondini slitna hesumegin gravarbakkan, so verða tey knýtt aftur hinumegin.

Samanumtikið kann sigast, at mangt er slitið, og mangt er knýtt hesi 44 árini mær higartil eru unt undir sólini. Og nú stilli eg upp til løgtingsvalið við tí fyri eyga at sleppa at slíta ta gáttina eisini. Fólkaflokkurin hevur eina sera góða stevnuskrá, og eg fari at slíta stemmubondini fyri m.a. hesum:
• At tosa fyri góðum konservativum virðum og rótfesti í eini rótleysari tíð.
• At seta tjóðarbygging ovast á breddan, tí mál og mentan okkara eru undir stórum trýsti.
• At vinnan, verkafólkið og sjófólk okkara skulu hava tað gott.
• At sálarheilsan hjá børnum og ungum verður tikin í størsta álvara.
• At tað er ómetaliga umráðandi, at vit taka okkum av teimum mest treingjandi
…umframt so ómetaliga nógv annað. Eg fari at viðgera míni hjartamál nærri komandi dagarnar.

Tinggáttin er høg, og tí er tørvur á tínari hjálp, góði veljari. Vit í Fólkaflokkinum ynskja at gera okkara allarbesta – landi og fólki at frama.

Vel Fólkaflokkin tann 8. desember!
Bárður á Lakjuni

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: