Baranda og Skýlisklettur landaðu kl. 07.30 til N.F.C.S.

Nakrir smábátar hava landa í nátt og í morgun til N.F.C.S.

Veiðan bleiv boðin út á Fiskmarknaðinum Føroyar. Trúgvi í Vági og Stakkavík landaðu eitt sindur fyrr enn Baranda og Skýlisklettur. Trúgvi í Vági hevði 2.970 pund, Stakkavík hevði 1986 pund, Baranda hevði 2.776 pund og Skýlisklettur hevði 2.062 pund. Tað mesta var toskur og hýsa og høvdu allir roynt við linu norðan fyri Føroyar.

SáH

Please follow and like us: