BankNordik selur sítt virksemi í Danmark


BankNordik hevur í dag skrivað undir avtalu við Spar Nord, ið ber við sær, at Spar Nord yvirtekur danska bankavirksemið hjá BankNordik fyri bókaða virðið umframt 255 mió. kr. í goodwill. Orsøkin til søluna eru høgu kapitalkrøvini, ið skerja framtíðar kappingarførið hjá bankanum í Danmark.

BankNordik rekur í dag virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, og sum SIFIpeningastovnur (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum skal bankin lúka hægri kapitalkrøv, t.e. vera betur bjálvaður, enn kappingarneytarnir í Danmark. Hóast BankNordik hevur gjørt stór framstig á danska marknaðinum seinastu árini, eru hækkandi kapitalkrøvini ein vansi fyri møguleikarnar hjá bankanum at standa seg í framtíðar kappingini við danskar peningastovnar, ið eru sum BankNordik til støddar.

Henda avbjóðing er ikki galdandi fyri virksemið í Føroyum og Grønlandi, har bankin virkar undir á leið somu treytum sum kappingarneytarnir. BankNordik hevur samskift við avvarðandi myndugleikar í eini roynd at broyta kapitalkrøvini fyri danska virksemið, men tað hevur verið uttan úrslit. Nú ein nøktandi avtala er fingin í lag við Spar Nord, er avgerð tí tikin um at selja.

”Okkara virksemi í Danmark hevur ongantíð roynst so væl sum júst nú, og tí harmast vit um, at tað ikki hevur borið til at fáa lægri kapitalkrøv fyri danska partin av bankanum, so vit kunnu halda fram á góðu kósini. Samstundis eru vit eftir umstøðunum sera væl nøgd við søluprísin, ið er eitt greitt prógv um, at Spar Nord yvirtekur eitt lønandi virksemi frá okkum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

”Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at bæði viðskiftafólk og starvsfólk fara at trívast í Spar Nord, soleiðis at vit við okkara tænastum megna at byggja víðari á góða grundarlagið hjá BankNordik,” sigur Lasse Nyby, forstjóri í Spar Nord, ið telist millum størstu peningastovnarnar í Danmark.

BankNordik hevur miðsavnað ávísar uppgávur í Føroyum, og tí arbeiða nógv føroysk starvsfólk í dag við uppgávum, ið viðvíkja danska og grønlendska virkseminum hjá samtakinum. Tá ið danski parturin verður seldur, fara uppgávurnar á ávísum føroyskum deildum at minka samsvarandi, og tí verður tørvur á færri starvsfólkum í Føroyum, tá ið danska virksemið er endaliga avhendað miðskeiðis í 2021. Bankin kannar nú, hvussu arbeiðið frameftir skal skipast innanhýsis. Væntandi fara summi starvsfólk at verða flutt í onnur størv, men longu nú er greitt, at tað eisini fer at verða neyðugt at siga fólk úr starvi.

Umframt at vera eitt týðandi fíggjarsamtak í Føroyum hevur BankNordik góð 20% av marknaðinum í Grønlandi. Samtakið fer framhaldandi at leggja dent á at røkja góða sambandið við viðskiftafólkini og veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív á báðum marknaðum. Málið er at varðveita marknaðarstøðuna í Føroyum og skapa lønandi vøkstur í Grønlandi.

Sølan av danska virkseminum er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum og kappingarmyndugleikunum og verður væntandi framd 1. mars 2021. Bankin væntar, at sølan fer at geva ein vinning millum 70 og 90 mió. kr. í ársroknskapinum fyri 2021.

BankNordik

Please follow and like us: