BankNordik góðan grundrakstur

Hóast úrslitið er ávirkað av koronakreppuni, vísir roknskapurin hjá BankNordik ein góðan grundrakstur í fyrsta ársfjórðingi. Úrslitið áðrenn niðurskrivingar er 46% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Bankin er væl bjálvaður til at standa ímóti einum búskaparligum bakkasti.

Stór óvissa er um støðuna viðvíkjandi COVID-19, og ein stórur partur av føroyskum vinnulívi er raktur av avleiðingunum av korona-átøkunum. Almennu hjálparpakkarnir koma væl við, men kortini metir BankNordik tørv vera á miðvísari hjálparpakkum, um ávísum vinnum skal vera lív lagað eftir kreppuna. BankNordik hevur eisini sett í verk egin hjálpartiltøk til kundar, ið hava tørv á fíggjarligari hjálp til at koma ígjøgnum avbjóðingarnar, ið koronakreppan hevur við sær. Í tí sambandi hava bæði vinnufyritøkur og privat húsarhald tikið av møguleikanum at útseta lánsgjøld í upp til 6 mð. Bankin væntar at staðfesta tap í kjalarvørrinum á kreppuni og hevur í tí sambandi sett 25 mió. kr. av til niðurskrivingar.

“Hóast talan avgjørt er um eina álvarsama støðu fyri partar av føroyskum vinnulívi, og harvið fyri føroyska samfelagið, eru okkara kundar sum heild væl fyri fíggjarliga og tola eina búskaparliga niðurgongd í eitt tíðarskeið,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fyrsti ársfjórðingur hjá BankNordik gav hall orsakað av teimum avleiðingum, ið
heimsfarsóttin hevur við sær. Bankin hevur seinastu tíðina framt ymiskar strategiskar tillagingar, ið hava bøtt um grundraksturin í fyrsta ársfjórðingi, og sum skulu slóða fyri betri úrslitum í komandi tíðum.

BankNordik er væl bjálvaður til at standa ímóti fíggjarligu avleiðingunum av
heilsukreppuni. Solvensurin hjá BankNordik er øktur úr 22,3% við árslok 2019 til 23,4% og er sostatt 14%-stig omanfyri lógarkravið. Bankin hevur sum heild ein varnan kredittpolitikk og leggur dent á at spjaða síni útlán á ymiskar vinnugreinar. Hetta gevur bankanum eitt gott grundarlag at klára tær avbjóðingar, ið eru fyri framman.

Roknskapurin í stuttum
– Úrslitið fyri skatt gjørdist -30 mió. kr. samanborið við 65 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 45 mió. kr. samanborið við 31 mió.
kr. sama tíðarskeið í 2019
– Niðurskrivingar á útlánum gjørdust netto -24 mió. kr. samanborið við afturførdar niðurskrivingar fyri 19 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
– Rakstrarúrslitið gjørdist 22 mió. kr. samanborið við 50 mió. kr. sama tíðarskeið
í 2019
– Bankin hevði 10 mia. kr. í útlánum, ið er óbroytt í mun til sama tíðarskeið í
2019
– Innlán bankans lækkaðu úr 14 mia. kr. sama tíðarskeið í 2019 til 12,9 mia. kr.
– Solvensurin hækkaði úr 19,2% sama tíðarskeið í 2019 til 23,4%
– Bankin væntar, at nettoúrslitið

BankNordik

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.