2018 var eitt gott ár hjá BankNordik-samtakinum, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður stóð seg væl í Føroyum, Danmark og
Grønlandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. og rakstrarúrslitið
289 mió. kr. Útlitini fyri 2019 eru góð, og bankin væntar ein hóvligan
vøkstur í útlánum til vinnulív og privat húsarhald.

”Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum er betri enn upprunaliga væntað. Góða
gongdin í føroyska samfelagnum merkir, at bæði fyritøkur og húsarhald
sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og tað bera lágu niðurskrivingarnar eisini
boð um. Útlán til vinnulív og húsarhald eru økt við 4%, og harumframt er
góða roknskaparúrslitið ávirkað av søluni av høvuðssæti okkara í fjør,”
sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Lága rentustøðið er framhaldandi ein avbjóðing fyri inntøkurnar hjá bankanum. Hinvegin merkir søguliga lága rentan, at tað er lættari hjá viðskiftafólkum, ið hava lán, at halda sínar lánsskyldur. Í løtuni ber tað enntá til at taka
lán til bústaðin og samstundis tryggja sær eina fasta, lága realkredittrentu
næstu mongu árini. BankNordik hevur tí síðani fjør heyst gjørt vart við
henda møguleika til tess at fyribyrgja, at ein møgulig rentuhækking fær ov
ógvisliga ávirkan á føroyingar, ið hava lutfalsliga stór bústaðarlán við skiftandi rentu.

”Endamálið er at fáa fólk at hugsa um, hvussu ein møgulig rentuhækking
kann fara at ávirka lánsgjaldið og á tann hátt samlaðu fíggjarligu støðuna.
Tað er nú, meðan rentan framvegis er lág, at tað er skilagott at umhugsa
lánsviðurskiftini. Serliga tá ið talan er um ung fólk, sum kanska hava keypt
dýrt og tí hava stór lán. Og vit kunnu staðfesta, at nógv viðskiftafólk hava
tikið boðskapin til sín og hava valt at tosa við okkum í hesum sambandi,”
sigur Árni Ellefsen.

Hóast 2018 var eitt gott ár hjá BankNordik-samtakinum, gera marknaðarumstøðurnar tað alsamt meiri avbjóðandi at reka lønandi bankavirksemi. Leiðsla bankans leggur seg framvegis miðvíst eftir at halda útreiðslunum á einum ráðiligum støði og at einfalda mannagondir til tess at tryggja virkisførið. Sum liður í hesum arbeiði eru nógvar uppgávur, ið eru tengdar at
danska, grønlendska og føroyska marknaðinum, fluttar úr Danmark og
savnaðar undir somu lon í Føroyum seinastu árini. Føroyski starvsfólkahópurin er harvið vaksin munandi, og í 2018 stovnaði bankin uml. 17 nýggj størv í Føroyum.

Framdu bygnaðartillagingarnar hava við sær, at bankin í dag er uppaftur
betri og skynsamari skipaður enn áður. Orsakað av marknaðarumstøðunum og lága rentustøðinum væntar bankin kortini ikki, at inntøkuvøksturin verður stórur í 2019, men at rakstrarúrslitið fer at halda sær á sama støði sum í 2018.

Virksemið hjá dótturfeløgum bankans royndist væl í 2018. Trygd hevði eitt
gott ár við hækkandi inntøkum, meðan skaðarnir vóru á einum miðalstøði.
Eftirspurningurin eftir bústøðum er framhaldandi stórur, og tað sæst aftur í
roknskapinum hjá Skyn, sum seldi 234 ognir í 2018 samanborið við 189
ognir í 2017. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 75 privatar sølur, og alt bendir á, at góða gongdin fer at halda fram í 2019.

Nettoúrslitið hjá BankNordik gjørdist 262 mió. kr., og av hesum ætlar bankin
at gjalda íleggjarum til samans 70 mió. kr. í vinningsbýti. Hetta svarar til
27% av avlopinum og er 7 kr. fyri hvørt partabrævið.

Ársroknskapurin 2018 í stuttum
– Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. samanborið við 235 mió. kr. i
2017.
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 179 mió. kr. samanborið
við 187 mió. kr. í 2017.
– Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 111 mió. kr. samanborið við 60 mió. kr. í 2017.
– Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr. samanborið við 246 mió. kr. í
2017.
– Útlán bankans hækkaðu úr 9,5 mia. kr. í 2017 til 10 mia. kr. í 2018.
– Innlán bankans hækkaðu úr 12,6 mia. kr. í 2017 til 13,4 mia. kr. í
2018.
– Solvensurin hækkaði úr 19,7% í 2017 til 19,8% í 2018.
– Bankin væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2019 verður 160-200 mió. kr.
(2018: 179 mió. kr.), og at nettoúrslitið verður 100-150 mió. kr.
(2018: 262 mió. kr.).

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author