Bankarnir í Føroyum ikki til at líta á

Nú hendi tað aftur, at ongin pengaautomat virkaði í Klaksvík og hetta er næstu ferð í hesum mánaðinum. Fyrri fer varð, tá ið Fimleikaframsýningin var og so hendi tað aftur ígjár, tá ið KÍ leikti ímóti EB Streymi.

Tað er also ikki gott nokk, at biðja fólk brúka pengakort og so tá ið tey hava brúk fyri at brúka kortið og taka eitt sindur av reiðum pengum út, eitt nú til ein fótbóltsdyst ella fimleikaframsýning, so virkar ongin pengaautomat í býnum.

Nógvir áskoðarar vóru stak illa nøgdir og vóru tað fleiri sum leitaðu sær oman í Maverick fyri at fáa tøkan pening, so teir sloppi inn til dystin, men skjótt vóru vekslupengarnir hjá Maverick uppi og tískil kundi Maverick ikki geva áskoðarnum tøkan pening og tískil sloppi nógvir áskoðarnir ikki inn til dystin, tí innkrevjarnir hjá KÍ hava ikki tráðleysar terminalar.

Sindur langt úti, at ongin pengaautormat virkar, tá ið høvuðssponsorurin hjá KÍ er ein peningarstovnur, nevnliga Norðoya Sparikassi, men hesaferð og tá ið fimleikaraframsýningin var, tá virkaði ikki pengaautomaturnar í Betri, Bank Nordik og Norðoya Sparikassa og tað er also ikki gott nokk, taki tykkum saman.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author