Bamsuvitjan og føðingardagur í Fjallafípuni

Tann 1. september fylti Fjallafípan 16 ár. Tí var morgunmatur fyri børnum og foreldrum á stovninum og eftir morgunmatin kom ein mjúkur og klemmiligur føðingardagsgestur á gátt.
Tá ið børnini í Fjallafípuni høvdu etið morgunmat í morgun, og foreldrini vóru farin avstað aftur, kom ein serligur gestur á vitjan hjá teimum. Bamsan er kend úr átakinum “Betri vinir” hjá Barnabata, sum er fyribyrgjandi átak móti happing, og Bamsan gav sær góðar stundir at klemma og heilsa uppá øll børnini og tey vaksnu í Fjallafípuni.
Áðrenn hon fór avstað aftur, vísti Bamsan eisini børnunum, at hon bæði dugir at ‘flossa’ og ‘dabba’, og so stillaði hon eisini upp til eina felagsmynd saman við øllum børnunum í Fjallafípuni.
Fleiri myndir, klikk her “Bamsuvitjan og føðingardagur Fjallafípan”
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH