Bakkafrost tikið hegnini niður

Í gjár tann 23.07.2020 tók Bakkafrost hegnini niður, bæði í eystursíðuni og á vestursíðuni og eru teir nú fluttir norður á Grótrætt. (sjá filmsklipp og myndir niðast í greinini).

Tann 23. november 2018 bleiv hegni sett upp á vestursíðuni og klaksvíkingarnir blivu hegnaðir úti á kajøkinum, (sjá grein og filmsklipp niðast í greinini).

Mikil orrusta var um tað og Kringvarp Føroya og Portalarnir í Føroyum gjørdu nógv buturúr, hvussu stóra makt Bakkafrost hevði í føroyska samfelagnum, at teir nú kundu hegna allar borgarnir í einum stórum býi úti frá teirra kajkantum.

Eisini borgarnir vóru sera misnøgdir við avgerðina hjá Klaksvíkar Kommunu og orrustan var so stór, at Klaksvíkar Kommuna viðgjørdu avtaluna og gjørdu avtaluna við Bakkafrost fyri afturlætnum hurðum.

Avtalan ímillum partarnar var, at hegni skuldi standa uppi í 22 mánaðar og tað var sjálvandi politiskt, tí samgongan vistu sjálvsagt, at Býráðsval fór at blíva í 2020 og tá hevði tað verið sera óheppið at man hevði tað hangandi yvir sær, at Klaksvíkar Kommuna hevði hegna sítt egna fólk úti frá Kajøkinum.

Tað er sjálvdan at Klaksvíkar Kommuna klárar at halda sínar tíðarætlanir, men í hesum førinum hava teir klára tað, takka verður Bakkafrost.

Vit ynskja Bakkafrost tillukku við økinum á Grótrætt og einamest Jón Purkhús, sum er ein av leiðarnum hjá Bakkafrost í Norðurøkinum.

SáH

Gomul grein um hegnini hjá Bakkafrost, klikk grein omanfyri
Please follow and like us:

One thought on “Bakkafrost tikið hegnini niður

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.