Corona

B36 skeyt á allar leiðreglur og uppførdi seg sum smábørn

Alt føroya fólk hevur fingið harraboð nú í 8 vikur, har man skal halda tveir metrar frástøðu, ikki klemma hvønn annan og hosta í ermuna og har tey flestu hava tikið tilráðingarnar til sín, so byrjar landskappingin í fótbólti og alt verður koyrt í gloymibókina, hatta  sum hendi í Djúpumýru leygardagin er undir alt lágmakt.

B36 vinnur 2-0, har allir spælarnir klemma hvønn annan og sjálvt málmaðurin kemur fram at klemmast við viðleikarnum og ikki nokk við tað, har verður eisini hoppa upp á hvønn annan, hvat er hetta fyri nakað?. Skulu hesir ikki vera fyrimyndir fyri okkara børn og nú Korona herjar runt allan heimin, har næstan 300.000 fólk eru deyð og so uppføra hesir seg um stór smábørn.

Aftaná helt B36 veitslu í umklæðingarrúminum og har gekk vilt fyri seg, sjá filmsklipp herundir. Har siga annars leiðreglurnar hjá FSF hetta: skiftinarrúm eru tøk – har møguligt, eru í mesta lagi 10 leikarar í hvørjum skiftingarrúmi og telja tit á filmsklippinum, so eru minst 15 spælarar inni í rúminum. Sjá leiðreglurnar hjá FSF niðast í greinini.

Ongin áskoðarar sleppa til dystirnar, men B36 slapp at uppføra seg sum teimum lystir og fingu onga ávaring frá nøkrum. Hvat billar Fótbóltssambandi sær inn og hvat billar Føroya løgmaður sær inn. Skulu vit fjølmiðlafólk, áskoðarar og onnur góðtaka, at slíkt hendur? Er ongin respekt fyri okkum, vit sum ikki sleppa til fótbóltsdystir, skulu stongja skeinkustøð, matstovur klokkan 22:00 og halda fjarstøðu uppá tveir metrar og hesir skíta á alt. Havi bara eitt at siga og tað er at hatta er total langt úti.

Her leiðreglur í sambandi við dystir hjá vaksnum:

Um man er sjúkur er man heima og møtir ikki til dyst. Um man ivast, er man eisini heima.
– Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
– Skiftingarrúm eru tøk – har møguligt, eru í mesta lagi 10 leikarar í hvørjum skiftingarrúmi, teir somu leikararnir áðrenn og eftir dyst. Í hálvleikinum er loyvt at hava allan hópin í sama rúmi.
– Um skiftingarrúm verður nýtt til fleiri ymisk lið sama dag, skal rúmið vaskast/sprittast í millum dystirnar.
– Er felagsfundur áðrenn dyst, er loyvt at samla allan hópin í stórum høli, í minsta lagi 2 metrar ímillum hvønn leikara.
– Leikari hevur sín egna drekkidunk við til dyst.
– Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná dyst
– Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast áðrenn og eftir dyst.
– Leikarar heilsast ikki við lógvataki áðrenn og aftaná dyst
– Allir leikarar, venjarar/hjálparfólk, dómarar og bóltdreingir/gentur skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná dyst
– Heimafelag hevur ábyrgd av at nóg mikið av spritti er í skiftingarrúmunum
– Allar fjølmiðlasamrøður við leikarar skulu gerast uttandura
– Heimafelag hevur ábyrgd av at skráseta allar persónar, sum eru til staðar til hvønn dyst (navn og telefonnummar).

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.