AVTALU- OG LYFTISBROT! – VÁGA- OG NORÐOYATUNLARNIR!


Fari sum so ikki at leggja meg út í nakað kjak í samband við samferðslupakka samgongunnar! – Mín tíð er sum politikari av fyri nú rúmari tíð síðani! Tó fari eg at loyva mær at koma við nøkrum fáum viðmerkingum!

Seinast í 1980unum fóru bæði Vága- og Klaksvíkar kommunur undir at leggja trýst á Føroya Løgting at fáa framt fasta sambandið um tveir firðir, tí hugsað var um, at ferjur og ferjulegur við ótryggum ferðasambandi bæði fyri vanliga ferðing og ikki minni fyri vinnulívstryggleikan mátti broytast. Bilferðslan fór at økjast og soleiðis máttu bæði ferjur og ferjulegur endurnýggjast og útbyggjast. – Farið í hesum førum at vísa til skilagóðu greinina hjá Símuni Absalonsen, seinastu dagarnar.)

Sum vera man fóru afturhaldskreftir, leik og lærd serliga í Tórshavnarøkinum at mótmæla í bløðum og útvarpi og enntá í donskum bløðum, at vit føroyðingar – ella uttanfyri Tórshavnar økið – skuldu brynja okkum út til framtíðina. – Eitt sindur løgið. Normenn høvdu tá í mong ár framt undirsjóvartunlar og hvar vóru so betri møguleikar fyri hesum enn í Føroyum – hesum oyggjalandi.

Eftir tvey tíggjuáraskeið og vit bardu okkum úr 1990ara kreppuni og eftir tógvið stríð við lemjandi afturhaldskreftir, kom Føroya Løgting so til eina ætlan, hvussu fram skuldi farast.

Tað lá púra greitt, hvussu fíggingarmynstrið skuldi vera, og í andanum í avtaluni lá eisini púra greitt, at tá Tunnilin var útgoldin, og her var bæði á tingi og í almennari umrøðu, at tá skuldi verða ókeypis at koyra.

Lat meg siga her, fyri ongin skal misskilja, so er ikki talan um, um Vágafólk-. ella Norðoyingar og sjálvandi eisini fólk aðrastaðni frá í landinum at tað eru hesar 20 krónurnar, sum tey ikki vilja gjalda! – Hetta er tápulig tala og minst líka tápulig skriving! – Talan er um gjørdar avtalur í tveimum serliga áhugaverdum og gevandi byggiverkætlanum, har afturhaldskreftirnar tosaðu og skrivaðu um ØRVITISPROJEKT, men endaðu sum nakrar av mest gyltu SÓLSKINSSØGUM í Føroya landi!

Í meðan hetta stríðið fór fram, vóru áheitanir frá hægri staði á Klaksvíkar Kommunu, um at royna at trýsta hendan tunnilin ígjøgnum fyrst. – Tað roknaðu vit út, HVÍ!

Klaksvíkar og Vágakommunur fóru til fundar í Vágum, fyri at gera eina semju um, at herfrá varð stuðlað, at Vágatunnilin skuldi koma fyrst og vit síðani fingu uppbakking úr Vágum til at fara víðari. – Hesin fundur var á kommunuskrivstovuni í Sandavági. – Hendan avtalan helt bæði væl og virðiliga!

OK – 2022! – So eru vápnini tikin framaftur, nú avtalan skuldi haldast!

– Kringvarp Føroya dregur saman um – tí ongin ivi er í, hvar teir hava lagt sín vilja – fyri at seta spurningar og leggja tíðindini so tilrættis, at tað skapir øsing og samstundis dregur hesar niðanfyri stovnar og Føroya Løgting upp á tráð!

– Tingfólk uttanfyri Havnini – sum ofta kemur fyri – klára ikki at standa saman og tað hevur verið ein bági fyri – ALT – samfelagið!

– Stovnurin Landsverk fer í mótmæli um at Løgtingi skal halda gjørdar avtalur!

– Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er óskiljandi , í hesum vánaliga journalistiska spæli, leypir við báðum beinum beinum í hetta “heppikórið”!

NEI! – NORÐOYA- OG VÁGATUNNILIN eru sera harmilig lyftis- og avtalubrot við væl kvalifiseraum “heppikórið”!

MEN VALAVERKINI VÁGATUNNILIN OG NORÐOYATUNNILIN STANDA EFTIR SUM FÆRGASTU SÓLSKINSØGUR Í FØROYA SØGU, HÓAST TÆR AV MONGUM AFTURHALDSKREFTUM VÓRU RÓPTAR ØRVITISTOS!

Við hesi heldur “longdu” heilsan fari eg at ynskja Føroya fólki alt gott frameftir á leiðini – í hesum góða landi, sum rættar kvinnur og rættir men løgdu dentin á ikki bara at skapa men stórliga menna!

Jógvan við Keldu, Facebook tann 05.05.2022

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: