AVLÝSING – TÍÐINDASKRIV FRÁ CHRISTIANSKIRKJUNI 23.OKTOBER 2021

Nú talið av Covid-19 smittaðum er økt so nógv, er avgjørt ikki at hava gudstænastu í Christianskirkjuni í morgin, sunnudagin 24.oktober.
Kirkjuráðið harmast um, at gudstænastan ikki verður, har Hanus á Gørðum, sóknarprestur, skuldi hava gudstænastuna, sum skuldi vera víst í Kringvarpinum. Eisini skuldi Kórið í Christianskirkjuni taka lut saman við hornblásara.
Vónandi hasar núverandi koronabylgja, sum vit skilja mest er um okkara leiðir, av nakað skjótt, so kirkjan aftur kann verða opin fyri gudstænastu og aðrari kirkjuligari tænastu.
Nær tað verður, vita vit ikki, men tað verður kunngjørt fyri almenninginum.
Vegna Christianskirkjuna
Jógvan Ravnsfjall
Kirkjuráðsformaður