Avgerðin er tikin, KÍ vann 3-0 á Slovan Bratislava

Á heimasíðuni hjá UEFA sæst, at KÍ hevur vunnið dystin ímóti Slovan Bratislava 3-0 og fingið 3 stig.

KÍ er sostatt komi víðari til næsta umfar í Champions League og skulu møta Young Boys í Schweiz. Tann dysturin skal væntandi spælast nú mikuvøldið tann 26. august.

Hvar tann dysturin verður leiktir er ikki avgjørt enn, møguliga skal hann spælast á einum uttanveltaðum vølli, tí Føroyar er sett á reyða listan hjá Schweiz.

Hetta gjørdist ein sera løgin dystir og bert 5. min. fyri dystarbyrjan, hoyrdist í hátalarnum, har Kristian Joensen fortaldi okkum øllum, at dysturin ikki bleiv spældur og at UEFA skuldi avgera, hvat víðari fór at henda og hvør vann dystin.

Tað hava teir so gjørt í nátt, har teir á heimasíðuni hjá teimum hava avgjørt at KÍ vann dystin 3-0.

12. spælarin hjá KÍ var Korona, sera spell fyri fótbóltin, men tað var ov vandamikið at leika ein Chapions League dyst á Djúpumýru, har fólk á mótstøðuliðnum Slovan Bratislava høvdu og hava Korona og allir spælarar, hjálparfólk og venjarar vóru sett í sóttarhald.

Stórt tillukku KÍ og nú síggja vit fram til dystin ímóti Young Boys frá Schweiz mikukvøldið, vónandi uttan Korona.

Her myndir og filmsklipp tikin av Sólarn Isaksen og Símun á Høvdanum í gjár, tann minniliga dagin 21. august, sama dag har Pól F. frá TB bleiv 53 ár.

SáH

Myndir KÍ – Slovan Bratislava tann 21.08.2020

Please follow and like us: