Átta tilburðir í gjár og nú eru 114 smittaði

Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í 7 førum eru smittukeldurnar kendar, í einum føri er smittukeldan ikki kend.

797 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 114 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: