Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanningini við komu til Føroyar, tveir persónar við kanningini á fjórða degi eftir komu til Føroyar. Hinir tilburðirnir kunnu allir setast í samband við kendar smittuketur.

1.548 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 348.522 kanningar í Føroyum.

Í løtuni eru 112 persónar smittaðir við COVID-19.

Hagtøl um corona í Føroyum eru at finna her.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: