Átta smittutilburðir í gjár


Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mikudagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu. Ikki er greitt hvussu tann eini persónurin er blivin smittaður.

Fimm av teimum smittaðu hava ikki verið sóttarhaldi.

1121 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 280.872 kanningar.

731 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 687 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 43 persónar smittaðir við koronu, og 395 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author