ÁTØKINI Á ELDRAØKINUM HALDA FRAM ENN EINA VIKU, VIÐ NØKRUM BROYTINGUM


Leiðslan í NBH fegnast um, at smittutrýstið er minkandi, men metir tað neyðugt at halda fast við nøkur átøk, meðan onnur verða linkað.

Til nærri boð koma, verður heitt á avvarðandi o.o. at fylgja tilmælunum, og at kunna seg um tilmælini, sum eisini liggja á heimasíðuni nbh.fo

Vitjandi á búeindum
Tilmælini síggjast her: Vitjandi á búeindum

Dagtilhaldið Sóljan
Letur varisliga upp aftur eftir avtalu við deildarleiðaran.

Dagtilhaldið Búðatrøð
Letur varisliga upp aftur eftir avtalu við deildarleiðaran.

Ven og Virka
Stongt til og við 15. november – tó ikki fyri teimum, sum eru til samdøgurðsrehabilitering.

Samskaparar
Framhaldandi steðgur við virkseminum í komandi viku.

Átøkini verða eftirmett mánadagin 15. november 2021.

Klaksvíkar Kommuna