Atlantic Open 2019: Malan Jóhansdóttir vann sera trygt 200 metur firvald

Haldi tykkum fast, Malan Jóhansdóttir frá Ægir var heili 57 sekund frammanfyri nummar tvey í 200 metur firvald.
Malan kom inn við tíðini 2:30.01 og nummar tvey gjørdist Bára D. Nattestad, frá Havnar Svimjifelag við tíðini 3:27.33, báðar árgang 2004, nummar trý gjørdist Durita M. Askham frá Ægir og hon hevði tíðina 3:33.93 og hon er árgangur 2008, so eisini sera flott av Duritu.
Malan hevði eina góða tíð og var tað eisini persónlig met, gamla tíðin hjá Malan Jóhansdóttir var 2:34.67 og sostatt forbetraði hon tíðin við 4.66 sekundum, sera flott klára.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: