Atlantic Airways leigutúr til Myanmar

Atlantic Airways og harvið føroysk flogvinna borgar fyri góðari tænastu og dugnasemi – ikki bara í Føroyum, men eisini kring allan knøttin🌍 Í yvir 30 ára longu søgu Atlantic Airways hevur føroyska tjóðarfelagið loyst alskyns uppgávur eitt úr Evropa til Suðuramerika og Afrika🇫🇴✈️

Atlantic Airways fór í 2019 undir at flúgva beinleiðis úr Føroyum til stóra, evropeiska snúningsdepilin, Charles de Gaulle í París. Nú rutuflúgvingin liggur still, er tað eydnast Atlantic Airways at fáa fleiri leigutúrar við útgangsstøði frá franska flogvøllinum🇫🇷

Fyrsti leigutúrurin var frá Charles de Gaulle til Yangon í Myanmar við eini millumlending í Baku í Aserbadjan🛫🛬

Tað var Elinborg við manning, ið fleyg langa teinin til Myanmar, og tey lendu í dag aftur í franska høvuðsstaðnum😍🙌

Myndin er tikin á flogvøllinum í Myanmar📸

Kelda: Atlantic Airways

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.