Atlantic Airways raðfestir pengar fram um royndir.

Á várið 2020 segði nevndin í Atlantic Airways 19 av 30 pilotum úr starvi. Uppsagnirnar vóru allar grundaðar á COVID-19 eina, og raktu bæði flogskiparar og flogstýrimenn. Fleiri av teimum uppsøgdu flogskiparunum hava í nógv ár trúfast og trygt røkt síni størv sum flogskiparar á Føroya-leiðini. Alt dugnalig fólk við høgum starvsaldri í tjóðarflogfelagnum og við upp í 23 ára royndum í cockpittinum.

Nú er COVID-19 við at missa sínar fastatøkur, ferðahugurin økist aftur, og 24. september 2021 hevði Atlantic Airways tí eina starvslýsing í miðlum, har søkt varð eftir stýrimonnum (m/k) til føst størv.

Okkum kunnugt søktu allir teir 17 arbeiðsleysu pilotarnir størvini. Flogskiparafelag Føroya – FAPA – væntaði, at Atlantic Airways fór at virða áralangt trúðfesti, høgan starvsaldur og drúgvar royndir, tá størvini skuldu setast – men so var ikki.

Ivasom setanartilgongd.
Ikki ein av flogskiparunum við nógvum royndum og høgum starvsaldri var so frægt sum kallaður inn til setanarsamrøðu tíansheldur fekk boðið starv. Harafturímóti setti Atlantic Airways fýra pilotar við nógv færri royndum og nærum ongum starvsaldri í starv.

Tað er ógjørligt hjá nevndini í FAPA at meta um, hvørt ein verulig og gjøgnumskygd setanartilgongd hevur verið. Stutt fyri at størvini vóru sett, álegði leiðslan í Altantic Airways okkara umboði í setanar- og metingarnevndini at undirskriva eina skerpaða tagnarskyldu. Hetta er eitt ógvusligt og púra óvanligt stig at taka.

Nevndin í Flogskiparafelag Føroya stendur undrandi. Hví velur okkara tjóðarflogfelag flogskiparar við høgum starvsaldri og nógvum royndum frá fyri heldur at seta stýrimenn við lágum starvsaldri og færri royndum í starv? Var hetta tað, COVID-19 skuldi brúkast til?

Vit høvdu í hvussu er væntað okkum meira av tjóðarflogfelag føroyinga.

Rúni Højgaard,
Formaður í Flogskiparafelag Føroya.

Flogskiparafelag Føroya – FAPA

Please follow and like us: