At andstøðan í Klaksvíkar Kommunu torir at goyggja

Núverandi samgonga hevur verið alt ov fitt móti undanfarnu samgongu í Klaksvíkar Kommunu og hvat hava tey fingið afturfyri, jú eina lortaspann so beint í høvdi og at andstøðan slett ikki stemmaði ikki fyri fíggjarætlanini fyri 2022 er lang úti, har tað mesta í fíggjarætlanini var liðugtgerð av verkætlanum sum undanfarna Býráð hevur sett i verk og har pengar slett ikki vóru tøkir til og nú er okkara stolti býir settur undir umsiting.

Veit ikki hvussu Tummas Lervig arbeiðir, men hansara felag ella okkara felag, sum vit øll eru sera stolt av, hevur fingið langt omanfyri 15 milliónir hesu árini hann hevur sitið í Klaksvíkar Kommuna. Rokna vit alt samanlagt, so táttar tað møguliga upp á 20 milliónir ella nógv meira og hann er als ikki nøgdir enn, men blívur við at forlanga og fær tað hann forlangar, sera løgi, nú Klaksvíkar Kommuna er noydd at taka risa lán fyri at halda sínar skyldur.

Bara í hesari fíggjarætlanini fekk hann 3.5 milliónir og so dugir hann at brúka kjaft aftaná og spæla hund, tí hann atkvøddi slett ikki fyri fíggjarætlanini 2022, so góðir er hann við sítt egna felag, men hann skal nokk til næsta val kunngerða, at hann atkvøddi fyri fíggjarætlanini 2022 og at Djúpumýra fekk 3.5 milliónir afturat, men at brúka seg nú og siga at fyrrverandi andstøða ikki heldur síni vallyftir, tí samgongan í Klaksvíkar Kommunu ikki hevur bremsa í, vegna fullkomiliga óskilandi fíggjarstýring av seinastu samgongu er at fara ov langt. Hvat hevði hann sagt, um núverandi samgonga strikaði 3.5 milliónir til Djúpumýru?

Seinasta samgonga í Klaksvíkar Kommunu sleppur alt ov lætt, Fólkaflokkurin skuldi spælt við opnum kortum og víst almenninginum hvussu rættað myndin og óskilið var, tá ið Jógvan Skorheim, Tummas Lervig og Signhild Johannesen sótu við maktini, har var møguliga handla í heimildarloysið og har vóru verkætlanir settar ígongd, sum slett ongir pengar vóru til, vinar og kenningarpolitikkur var í hásætið, men lítið og onki kemur fram, man tað vera tí, at andstøðan tá eisini dansaði um gullkálvin og ikki vil at alt kemur fram í ljósið?

Lurtaði eftir Býráðsfundinum hóskvøldið, at hoyra Jógvan Skorheim, Tummas Lervig og Signhild Johannesen, har tey vaskaði sínar hendur og søgdu øll við ein munn, at tey onga skyld høvdu í hesum óskilinum er so langt úti, at man ikki hevur orð fyri tí. Hví hundan settið ikki samgongan tey ordiliga uppá pláss, Atli S. Justinussen og Oddmar á Lakjuni gjørdi eina roynd, men hon var alt og veik.

Andstøðan í Klaksvíkar Kommunu segði at hon vil samarbeiða við meirilutan, men tað passar slett ikki, tey vilja hava klandur, so lat tey fáa klandur og leggið nú øll kortini á borið, so vit borgarar fáa at síggja, hvussu óskilið hjá undanfarnu samgongu var, tí tað kann ikki vera rætt, at Klaksvíkar Kommuna nú er undir umsiting vegna vána stýring av Jógvan Skorheim og nú skal Karl Johansen fáa skyldina.

Leggið kortini á borið, so vit fáa røttu myndina av hvussu vánaligt seinasta samgonga dugdi at stýra okkara stolta býi Klaksvík.

Vit kunnu sammeta Klaksvíkar Kommunu við Tórshavnar Kommunu, sambært Heðini Mortensen í Dag & Viku í gjárskvøldið, so skyldar Tórshavnar Kommuna NULL krónir og teir kunnu, um tey høvdu hug lænt 1 milliard og ikki komi upp á eina álíkning.

Í aller bestu tíðum hevur Jógvan Skorheim og hansara harkalið koyrt Klaksvíkar Kommunu undir umsiting og vit skylda nú 264 milliónir ella 264.000.000,oo kr. í nettoskuld.

Trúgvi væl at Sjálvstýrisflokkurin fór í knús undir hansara leiðslu og hann slapp sær av skútini, bæði landspolitiskt og kommunalt áðrenn skútan sakk.

Nevnast skal at Sjálvstýrisflokkurin var stovnaður í 1909 og hevur havt sera stóran týdning fyri menningina av Føroyum og Klaksvík, hvør minnist ikki Ásbjørn Joensen, ein klaksvíksvingur við stóra K, men nú hava næstan øll vent Sjálvstýrinum baki undir leiðsluni hjá Jógvan Skorheim og nú vera onnur noydd at taka suppuna upp eftir honum, bert spell at vit í Klaksvík ikki sóu hatta fyri mongum árum síðani.

Komu nú fram við øllum skjølunum frá seinastu samgongu, haldi vit borgarar hava krav uppá tað og man má spyrja, hvar hevur Kommunala Eftirlitið verið øll hesi árini? lesið um Kommunala Eftirlitið klikk her: “Eftirlit við kommunum”

SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Nettoskuldin í Klaksvíkar Kommunu verður oman fyri álíkningina við ársenda

 

 

Please follow and like us: