ASFALTSARBEIÐIÐ Á KLAKSVÍKSVEGNUM

Í samband við at asfalterað verður á Klaksvíksvegnum, verður ferðslan tarnað frá rundkoyringini og til Føroya Bjór. Arbeiðið verður framt í døgunum 26. til 29. oktober.
Meðan vegastrekkið verður fresað (26. og 27. okt.), verður bert tann eina koyribreytin opin. Tá ið vegastrekkið verður asfalterað (28. og 29. okt.), verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu. Heitt verður á borgrar um at nýta farleiðina við Sandin í hesum tíðarskeiðnum.
Klaksvíkar Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: