Asfaltering darvar ferðsluni á Stangavegnum hesa vikuna

Vegurin er opin fyri gjøgnumkoyring, hóast ferðslan verður darvað nakað, meðan arbeitt verður.

Asfalteringsarbeiðið á Stangavegnum verður framt yvir fleiri arbeiðsdagar hesa vikuna. Vegurin er opin fyri gjøgnumkoyring, hóast ferðslan verður darvað nakað, meðan arbeitt verður.

Bussleiðin steðgar á vanligu steðgistøðunum, og koyrandi verður oman til Kósavirkið, men heitt verður á bilførarar um at vísa eyka stórt varsemi í ávirkaða tíðarskeiðnum.

Vegleiðandi skelting verður sett upp í økinum.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: