Vinna

Ársaðalfundurin hjá BankNordik verður hildin 26. mars sum upprunaliga ætlað

Av tí at BankNordik ikki væntar at fáa lógarheimildina frá myndugleikunum, sum krevst fyri at avlýsa ársaðalfundin, verður aðalfundurin hildin hósdagin 26. mars. Eftir ætlan verður einki vinningsbýti goldið fyri 2019.

Herfyri boðaði BankNordik frá ætlanini um at avlýsa ársaðalfundin til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi. Avlýsingin var treytað av, at myndugleikarnir góvu neyðugu lógarheimildina til at avlýsa aðalfundin. Av tí at bankin nú ikki væntar, at lógarheimildin verður givin, er ætlanin at halda aðalfundin hósdagin 26. mars kl. 17, sum upprunaliga ætlað.

Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við COVID-19, verður roynt at avmarka ársaðalfundin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki til staðar í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, ið hava teknað seg til aðalfundin, og mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin fyri at møta.

Nýggj avgerð um vinningsbýti fyri 2019
Tað er óvist, hvussu víðfevndar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og harvið eisini fyri virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni sera trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum.

Eftir ætlan skuldi bankin gjalda sínum íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019. Broyttu og serstøku umstøðurnar hava tó við sær, at BankNordik ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti sum ætlað. Á aðalfundinum verður tí skotið upp, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019. Nevndin fylgir gongdini og avleiðingunum av COVID-19 neyvt, og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgera spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.

BankNordik

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.