Árni B. Petersen vann stórt kirkjuráðsvalið í Christianskirkjuni

Ein sera stór útskifting er hend í kirkjuráðsvalinum til Christianskirkjuna í Klaksvík, nú valið er liðugt og stemmurnar eru taldar upp.

Bert ein limur frá gamla kirkjuráðnum er valdur aftur og tað er Maria Olsen, tískil eru 8 nýggir limir og Árni B. Petersen, sum tann stóru vinnarin og sum væntandi verður nýggju formaðurin í kirkjuráðnum. Hann er eisini nývaldur og er hetta fyrstu ferð at hann stillaði upp til kirkjuráðið.

Hann vann valið sera sannførandi og fekk 132 atkvøður, nummar tvey gjørdist Maria Olsen við 80 atkvøðum og beint í hølunum á henni kom Malan Olsen við 79 atkvøðum.

Hjartaliga tillukku øll somul.

Hesi eru vald í kirkjuráðið í Christianskirkjuni:
1) Árni B. Petersen – 132 atkvøður
2) Maria Olsen – 80 atkvøður
3) Malan Olsen – 79 atkvøður
4) Olevina Sundskarð – 71 atkvøður
5) Sigrid Mikkjalsdóttir Joensen – 65 atkvøður
6) Martha H. Mýri – 61 atkvøður
7) Sigmar A. Høgnesen – 49 atkvøður
8) Bergfríð Klakkstein – 47 atkvøður
9) Eliesar Lydersen – 46 atkvøður

Tiltakslimir:
1) Karl Johansen – 40 atkvøður
2) Símun Michael Sørensen – 35 atkvøður
3) Petra Jacobsen – 29 atkvøður
4) Jón Egholm Jacobsen – 22 atkvøður

Valluttøkan var sera lítil hesaferð, bert 756 vóru á valið, í 2017 vóru 977 á valið og tá bleiv Øssur Kjølbro formaður.

Tey flestu í fráfarandi kirkjuráðnum stillaði ikki uppaftur hesaferð.

SáH