Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum nú leygardagin tann 25. september

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 25. september.
Streymurin er avtakandi og sambært veðurforsøgnini verður 5 til 10 metrar um sekundið, so fortreytirnar skuldu verið á einari leið, fyri eina góða fiskikapping.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Aftur í ár veiðan løgd upp við NFCS.
Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
***Góðir vinningar***
Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Kanjon)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS)
Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Búrhella)
Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fær ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Johs. Elektro)
Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.
Dragin