Arbeitt verður í Norðoyatunnilinum

Norðoyatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt komandi viku, frá sunnukvøldið 21. mai kl. 22.00 til fríggjamorgunin 26. mai kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02, 04 og 05.30.
Um alt gongur eftir ætlan, er hetta seinastu ferð í hesum umfari, at tunnilin verður stongdur fleiri nætur. Tað sum verður gjørt er ljósini í innkoyringar sonurnar, uppundir loftið verður borað og nýggir boltar fastgjørdir og vifturnar umvældar.
Tunnil.fo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: