Arbeiðstakarasáttmálar gjørdir um Sambýlið í Reynstúni á Argjum

Í dag eru arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki undirskrivaðir.

Arbeiðstøkusáttmálar eru undirskrivaðir við P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA).

Talan er um eitt heim til 18 búfólk, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Umframt búeindirnar eru felagsøki og starvsfólkaøki. Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.

Á myndini eru:
Hans Tausen, verkætlanarleiðari, P/F Maria Poulsen
Kjartan á Dul, stjóri, P/F Maria Poulsen
Sunvard Andreasen, framleiðsluleiðari, P/F Articon
Jón Sigurdson, stjóri, P/F Articon
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Sigurd L. Lamhauge, stjóri, Landverk
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, Landsverk
Heini E. Egholm, verkætlarleiðari, Landverk
Arne Debes Madsen, tekniskur stjóri, El.fo

Almannamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: