Arbeiðir Dávur Winther nú fyri Norðlýsið?

Oliver í Norðlýsinum er uppsagdur og hansara seinasti arbeiðsdagur verður á Ólavsøku og nú sæst at Dávur Winther, Mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu er byrjaður at arbeiða á Norðlýsinum.

Dávur Winther hevur í seinastuni fleiri greinar og myndarøðir í Norðlýsinum og ein grein var í vikuni um Sjúrðaberg, sjá grein herundir, men sum ofta, tá ið ein skiftir starv, so hevur man byrjunartrupuleikar, Gadus hevði ikki 750 tons, men 505 tons.

Havi ofta sagt tað, at umsitingin í Klaksvíkar Kommunu er alt ov stór og at hava trý myndafólk í Klaksvíkar Kommunu er ov nógv.

Tað verður ein stórur fongur fyri Norðlýsið at Dávur Winther er byrjaður at arbeiða á Norðlýsinum, hann veit eina rúgvu og hevur sum kunnugt verið Mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu í fleiri ár og hansara myndir eru gull verdar og er hann blivin ein heilt góðir myndamaður eisini.

Eri ikki heilt sikkur upp á at Dávur Winther hevur skift arbeiðið, men ynskir honum tillukku við nýggja arbeiðinum um so er og takka Oliver Joensen fyri gott samstarv og góðar løtur á Norðlýsinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: