Áræði ágrýtni og ábyrgd … er yvirskriftin á valskránni hjá Fólkaflokkinum.

Áræði ágrýtni og ábyrgd
… er yvirskriftin á valskránni hjá Fólkaflokkinum.
Og okkara borgarligi politikkur er fyrsta fortreytin fyri vælferð í samfelagnum.
Fyri okkum, sum eru her nú, og eisini fyri okkara næsta ættarlið.
Okkara valskrá sigur:
• Gerast skal ein brekpolitisk virkisætlan.
• Verkfall skal ikki raka tey, sum hava serligan tørv.
•Ein sálarlig bráfeingismóttøka skal setast á stovn.
Eitt av mínum hjartamálum í valskránni er Brekøkið.
Sambart WHO bera 15% av heimsins borgarum brek av ymsum slagi.
Hesi eru eftir mínum tykki ofta við sviðusoð.
Megd hevði eitt átak: Broyt, hvussu tú hyggur, og hygg, hvussu tú broytist.
Og kann eg ikki annað enn taka undir við hesum.
Eg varð so heppin at blíva omma til Petur Marnar, ein vælskaptur drongur, sum bar fjølbrek, so eg veit, hvat hesar familjur stríðast við. Hesar familjur ynski eg at umboða.
Batar eru gjørdir, vit hava fingið lógina um ALMANNATRYGD OG TÆNASTUR.
Henda lógin er góð, eingin ivi um tað, men hvussu fáa vit hesa lóg at virka enn betur. Fígging má fylgja við, og hetta má raðfestast.
Teir ymisku geiranir/ráðini skulu arbeiða meira saman, so okkara børn ikki blíva kastibløkur ímillum ráð, land og kommunur.
Vit hoyra ofta, at nøkur detta niður ímillum. Hetta er ikki bara “nøkur”, hetta er mítt ommubarn, tín maki, tín mamma – hesi skulu loftast.
Tað er óvirðiligt fyri hesar familjur, at tey skulu stríðast ímóti eini skipan, sum er gjørd fyri at hjálpa teimum.
Eisini mugu vit fáa eina TILBÚGVING sum traðkar til, tá ið verkfall er.
12. des 2017 – 18. jan 2018 stendur enn í minnum okkara sum ein ræðulig tíð.
Onkur vil nokk halda, at eg traðki á verkfalsrættin, og lat ongan iva vera – eg haldi, at fólkini, sum arbeiða innan økið, eru fantastisk, og tey skulu hava ta løn, tey eiga, fyri sítt fantastiska arbeiði, men lat tað ganga út yvir okkum frísku, og ikki okkara í forvegin sperdu og sárbaru.
Sum øllum kunnugt, so eru so nógv av okkara ungu í tungum sjógvi sálarliga.
Vit skulu seta eina sálarliga bráðfeingis móttøku á stovn og seta inn við fyribyrgjandi arbeiði heilt niður í vøggustovuna. Hetta kemur at síggjast aftur, við at vit lofta teimum, áðrenn tað er ov seint, og fyribyrgja nógva kvøl hja nógvum familjum.
Okkara børn og familja eru framtíðin, og tað týdningarmesta, vit eiga.
Gott val
Jóhanna Christiansen
Valevni Fólkafloksins
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: